? Tað eru fleiri metingingar í fíggjarlógaruppkotinum, ið fella mær fyri bróstið.
Hetta segði Jenis av Rani millum annað í framsøgurøðu síni til fyrstu viðgerðina av fíggjarlógaruppskotinum fyri ár 2000. Jenis av Rana sipar í hesum sambandi serliga til tað brotið, ið viðgerð skattalætta.
Hann vísti á brotið í uppskotinum til fíggarlóg, har tað stendur: »at búskaparvøksturin hevur verið stórur í 1999, er orsøkin til, at eingir skattalættar eru framdir í 1999. Um skattalættar skulu nýtast sum búskaparpolitiskt amboð, so hevur tíðin ikki verið búgvin til hetta seinasta árið, við stórum virksemi og búskaparvøkstri.
Hetta helt Jenis av Rana vera ógvuliga løgna grundgeving, og loyvdi hann sær tí at spyrja fíggjarmálaráðharran um hetta vil siga, at av tí at nøkur hava havt møguleika at forvinna meira seinasta árið, so verður hetta nýtt sum orsøk til ikki at veita øðrum ein skattalætta.
Jenis av sipaði í hesum føri til ein skattalætta, ið fyrst og fremst skal gagna óvinnuførum.
Kaldur hugsunarháttur
Framsøgumaður Miðfloksins staðfesti, at hetta merkir, at nøkur ella kanska fleir hava vunnið meira av peningi í ár, enn undanfarin ár, og tí skulu hini, ið ikki hava havt hendan møgulleikan, ikki hava skattalættan, sum allir flokkar áðrenn valið kappaðust um at veita. Hetta helt Jenis av Rana vera kaldan hugsunahátt frá fíggjarmálaráðharranum.
Jenis av Rana heitti tískil á fíggjarmálaráðharran, um ikki at lata einstaka borgaran og trivna og tørv hansara hvørva í køldum og fornemmum setningum, sum til dømis búskaparlig amboð og tíðin hevur ikki verið búgvin.
? Hjá tí einstaka kann spurningurin um skattalætta vera ein spurningur um at yvirliva, hvørki meir ella minni, segði hann.
Óheftir serfrøðingar ella?
Jenis av Rana helt seg eisini hóma sama kulda, tá tikið verður fram, at fleiri óheftir serfrøðingar hava givið rikna fíggjarpolitikkinum positiv viðmæli.
Hann segði seg loyva sær at ivast í, hvussu óheftir hesir serfrøðingar hjá Búskaparráðnum og Landsbankanum veruliga eru. Harnæst segði hann seg eisini ivast í, um hesin búskaparfrøðingar veruliga hava givið sítt vælsignilsi til, at føroysku politikkararnir prioritera Tórsvøll, nýtt løgtingshús, løgtingsmannalønir, undirsjóvartunlar í rúgvuvís og so fram vegis fram um viðurskifti barnanna og teirra gomlu.
Jenis á Rana vísti á, at tað er løgtingsins skomm, at raðfestingin í samfelagnum er so mikið skeiv, at fólk klára at verða fødd, eldast og doyggja, áðrenn tey so mikið sum sleppa framat í bíðirøðunum til eldrasabýli, ellisheim og líknandi. Hann vísti á, at júst hetta er ein vána varði fyri Føroya Løgting, og um ætlanin við at byggja nýtt løgtingshús skal skapa ein varða, heldur hann, at tey, ið arbeiða við hesum varða, fyrst og fremst skulu arbeiða fyri at taka teir vánaligu varðarnar burtur. Og her meinti hann við, at fáa viðurskifti teirra eldru í rættlag.
Uppskot Jenisar til at betra um viðurskifti teirra gomlu var at byggja eitt heim um árið í fimm ár.
Heilsuviðurskifi
Jenis av Rana tosaði eisini nógv um landssjúkrahúsið sum niðurslitið centralsjúkrahús, og vísti hann á, at tað er ógvuliga átrokandi at fáa tað umvælt sum skjótast.
Tingmaður Miðfloksins røddi eisini um tørvin á fleiri skúlalæknum, og nam hann eisini við spurningin um fosturtøku. Harafturat vísti hann á, at frægari er at avtaka kontoina til menningarhjálp, enn einans at játta 200.000 krónur á hesari konto.










