Saknar kunning frá sendistovum

Formaðurin í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum undrast á, at føroysku sendistovurnar úti í heimi einki kunnandi tilfar hava latið honum, nú álvarsom búskaparkreppa leikar á John Johannesen fer tí at seta Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra, munnligan fyrispurning á tingfundi í morgin.

John Johannensen vil hann at vita, hvat kunnandi tilfar føroysku sendistovurnar í Reykjavík, London, Brússel og Keypmannahavn hava latið føroyskum myndugleikum um búskaparkreppuna.

- Tað hevur undrað meg sum tingmann og kanska serliga sum formann í uttanlandsnevndini, at hóast vit hava sendistovu í Reykjavík, umframt í London, Keypmannahavn og Brússel, so er mær enn ikki komið nakað slag av tilfari upp í hendi frá hesum sendistovum viðvíkjandi áleikandi trupulleikunum, ið fleiri av hesum londum í løtuni merkja, sigur John Johannesen.

- Eftir mínum tykki er tað skilagott, at Føroyar hava valt ein aktivari leiklut á uttanríkispolitiska pallinum. Tær sendistovur, ið vit hava, eru heilt vist neyðugar. Men skulu tær rættvísgera sín legitimitet, er neyðugt at tær hava eina virknan kunnandi leiklut mótvegis føroyska samfelagnum og tí løgtingi, ið seinastu árini á hvørjum ári hevur økt um játtanir teirra, sigur hann.