Ein arbeiðsdagur við barnaansing, rudding, matgerð, reingerð – ár eftir ár. Heimagangandi. Við orðinum fylgja fordómar, men tað eru fleiri og fleiri, ið tilvitað velja siðbundna arbeiðslívið frá, tí tey ynskja størri rúm og frælsi í gerandisdegnum. Við valinum fylgja tó ymsar avbjóðingar, ið nútíðar samfelagið als ikki er snikkað saman til at loysa.
“Eg sakni at vera partur av einum felagsskapi. Eg sakni mína stammu. Tí havi eg sett mær fyri at FINNA mína stammu. Hetta er fyri foreldur, sum hava valt stovnin frá. Ætlanin er at møtast hvørja viku, og at øll hava okkurt etandi við. Vit vera úti tá viðrar, og annars skiftast vit um at leggja hús til. Tað er ikki eitt krav, at mann er veganari, men sum "fyriskipari" krevji eg, at maturin, vit hava við her er plantubaseraður. Eg havi gjørt ein bólk á Facebook til øll áhugað, so send mær eini boð, um hetta er nakað fyri teg”
Soleiðis skrivar 23 ára gamla Una Nielsdóttir Galán, sum er navnið handan mammubloggin og fyritøkuna “mammulig” á Instagram og Facebook í eini roynd í at finna ein kjarnubólk, sum kann vera ein stuðul hjá øðrum heimagangandi foreldrum.
Umbønin er í veruleikanum eisini ein staðfesting av einum vaksandi samfelagstørvi. Einum tørvi hjá bólkinum av foreldrum, ið hava valt stovnslívið frá og ístaðin hava børnini heima. Ein avgerð, ið fyri nøkrum áratíggjum síðani var púra vanlig, men sum í dagsins samfelag tykist umstrídd, gjøgnumhugsað og onkursvegna alternativ. Við hesi avgerðini koma eisini avbjóðingar. Ein avbjóðing er sosial samvera millum bæði børn og vaksin. Og tað er júst hetta, ið Una Nielsdóttir Galán nú av sínum eintingum við gera nakað við.
Les meir í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at finna í sølubúðum kring landið og talgildur her










