Tað hevði verið gott at frætt frá tingkvinnunum hjá Framsókn.
Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, nú Løgtingið viðger uppskotið um eina nýggja fiskivinnuskipan.
Fyrr í vikuni gjørdu tær annars greitt, at nú var fiskivinnunýskipanin so illa útholað, at tey kendu hana ikki aftur, og at tey ivaðust í um tær kundi taka undir við hesum longur. Eitt, tær eru misnøgdar um, er, at ætlanin er at hava nakrar serligar menningarkvotur, sum eru markaðar til øki í landinum, har arbeiðsloysið er stórt.
Men nú Løgtingið hevur viðgjørt málið í sjey tímar, hava tær báðu tingkvinnurnar enn ikki hat orðið. Og tað undraði Jógvan á Lakjuni, løgtigsmann fyri Fólkaflokkin.
Men hvat sigur Framsókn í dag, spyr Jógvan á Lakjuni, og hann legði afturat, at tað hevði verið áhugavert at hoyrt málið í teimum.










