Andstøðan í grønlendska Landstinginum heldur, at Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, er ov sjáldan á tingfundi. Malik Berthelsen og Finn Karlsen, sum eru formenn í tingbólkunum hjá ávikavist Siumut og Atassut, siga, at landsstýrisformaðurin er ikki nóg virkin, tá týðandi samfelagsmál verða viðgjørd.
Sambært teimum báðum hevur landsstýrisformaðurin bara tikið lut í einum orðaskifti, síðani hendan tingsetan byrjaði tann 25. september.
Kuupik Kleist sigur, at hann fylgir við øllum orðasskifti í tinginum, og at hann er í tingsalinum hvønn dag.