Sakna havarínevnd til ferðsluvanlukkur

Ferðslutrygd saknar eina havarínevnd, sum kann kanna ferðsluvanlukkur nærri og finna orsøkirnar til tær

Tað doyggja lutvíst fleiri ferðir so nógv fólk í ferðsluni í Føroyum, sum tað doyggja í grannalondunum.

Seinastu trý árini eru 15 fólk deyð í ferðsluni, og verður eitt miðaltal fyri hvørjar 100.000 íbúgvar funnið fyri seinastu 10 árini, vísir tað, at í Føroyum eru 8 fólk deyð, meðan talið í Íslandi er heilt niðri á 1. Hini norðanlondini liggja millum 2 og 4 deyð fólk í ferðsluni fyri hvørjar 100.000 íbúgvar.

Ferðslutrygd saknar eina havarínevnd, sum kundi staðfest orsøkir til ferðsluvanlukkur.

- Løgreglan ger sjálvandi sínar kanningar, og ofta kunnu tey staðfesta orsøkina til eina vanlukku, men tað er ikki tað sama sum ein havarínevnd, sum kann fara í dýbdina við kanningunum, staðfesta orsøkir, gera neyðug hagtøl, og harvið verða við til at skapa grundarlag fyri átøkum, sigur Brynhild Høgnadóttir, sum er leiðari fyri Ferðslutrygd.

- Í løtuni kunnu vit ikki staðfesta, hvørjar orsøkirnar eru til ferðsluvanlukkurnar. Kanningar aðrastaðni vísa, at ov nógv ferð er partur av 40 prosentum av ferðsluvanlukkunum, og rúsdrekka stendur fyri 20-25 prosentum, men herheima kunnu vit ikki veruliga staðfesta hesi tøl, tí vit hava ikki neyvar kanningar av ferðsluvanlukkunum, sigur leiðarin fyri Ferðslutrygd.

Sagt verður, at í 90 prosentum av førunum eru menniskjalig mistøk orsøkin til vanlukkurnar. Í hinum førunum eru tað aðrar umstøður – bilurin ella vegurin til dømis.

- Vit mugu staðfesta, at tað er langur vegur til null-hugsjónina, sum vit øll arbeiða fram ímóti, sigur Brynhild Høgnadóttir.