Sakna eitt stað at vera

Skúlanæmingar, sum hava sent uppskot inn til Tórshavnar Kommunu í samband við hugskotskapping eftirlýsa eitt stað at vera.

Fyri at fáa tey ungu í talu, hevur Tórshavnar Kommuna skrivað út kapping um hugskot til at skapa lív í Miðbýnum í Havn.  79 hugskot eru komin inn í samband við kappingina, og næstan øll hugskot snúgva seg um eitt stað, sum tey ungu kunnu vera í.

 

Mikudagin 5. mars verða hugskotini avdúkaði í Müllers Pakkhúsi. Á hátíðarhaldi týsdagin fyri næmingar og lærarar, verða vinnararnir avdúkaðir, sigur samskipari, Eyð Strøm.


Hon var í holt við at kjósa ein vinnara saman við dómsnevndini, tá in.fo fekk orðið á hana, men hon vil ikki avdúka, hvat hugskot vinnur fyrr enn mikudagin. Tó ber til at siga, at hóast uppskotini eru sera fjølbroytt hava tey tað til felgas, at tey allar flestu ynskja  okkurt til ung fólk millum 15 og 18 ár.


- Tey allar flestu hugskotini snúgva seg um at gera eitt savnandi stað við aktivitetum fyri ung. Tað er eyðsæð, at okkurt tílíkt manglar í Havn, sigur Eyð Strøm, sum samskipar kappingina.

Tað er ikki vist, at vinnandi hugskotið verður framt í verki, men vónin er, at politikarir taka tankarnar til sín og arbeiða víðari við teimum, sigur Eyð Strøm.

 

Í dómsnevndini sita Eyð Strøm, Katrin Ellingsgaard, Jóan Petur Hentze, Jákup Egholm Hansen, Elin Lindenskov, Jógvan Arge og Heðin Mortensen.


Skúlanæmingar kunnu luttaka sum einstaklingar ella fleiri í felag. Virðislønir verða latnar fyri trý tey bestu hugskotini, har 1. virðisløn verður kr. 15.000, 2. virðisløn kr. 10.000 og 3. virðisløn kr. 5.000.

Ein arkitektakapping eru samstundis sett í verk, og Býráði hevur sett 9 milliónir krónur av í fall at nakað av arkitektahugskotunum skal førast út í verki. Vinnarin av artkitektakapingini verður væntandi funnin í mai 2014.