Sakna almennar sparingar

Arbeiðsgevarafelagnum hóvar einki, at pengar skulu krevjast frá vinnuni, uttan at tað almenna roynir at finna sínar egnu sparingar

 

Arbeiðsgevarafelagið hevur í dag lagt eina hvassorðaða viðmerking á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, nú fíggjarlógin fyri 2016 verður løgd fram.

 

- Hetta verður gjørt uttan veruliga fyrireiking og hoyring. Onkur kunningarfundur hevur verið, men vinnan hevur ikki veruliga verið hoyrd og tikin við í viðgerðina, soleiðis at skynsamari loysnir kundu verið funnar. Hetta er ikki at taka vinnu og arbeiðsmarknað í nóg stórum álvara, verður skrivað í kronikkini.

 

- Føroya Arbeiðsgevarafelag vildi ynskt, at tað eisini varð hugt eftir, hvar tað almenna kundi farið inn at spart útreiðslur – ikki bara, hvar tað almenna kann økja um inntøkurnar. Hvar eru sparingarnar? Hvar eru effektiviseringarnar? Tað er alt ov lætt bara at krevja meira inn og senda rokningina til vinnuna.

 

- Lagt verður upp til nýskipanir innan pensiónsøki og innan fiskivinnuna, báðar í 2016. Eisini er fráboðað, at skattakommissión skal setast í 2016. Hví er so partú neyðugt at gera so stórar broytingar á hesum økjum nú, beint áðrenn nevndirnar skulu til verka? Hetta er einans við til at fastlæsa skipanirnar, og nýskipanararbeiðið verður tá bara eitt spæl fyri gallarínum, ístaðin fyri at loysa hesi viðurskifti í síni heild, verður sagt í kronikkini, sum kann lesast HER.