Sakna 50.000 fangar í Libya

Í Libya stúra uppreistrarmenninir fyri, hvat kann vera hent teimum næstan 50.000 mótstøðufólkunum, sum eru tikin og sett í varðhald undir uppreistrinum ímóti stýrinum hjá Muammar Gaddafi teir seinastu mánaðirnar.

Tann hernaðarligi talsmaðurin hjá uppreistrarmonnunum, obersturin Ahmed Omar Bani, sigur við BBC, at millum 57.000 og 60.000 fólk vórðu tikin og sett í varðhald. Millum 10.000 og 11.000 eru seinni latin leys, men spurningurin er, hvar hini eru, sigur hann. Roknað verður við, at mong sita innibyrgd í herstøðum, sum herurin er rýmdur úr, men uppreistrarleiðslan ber eisini ótta fyri, at nógvir fangar eru deyðir.

Leiðslan hjá uppreistrarmonnunum hevur givið sínum hermonnum strong boð um, at tað er ólógligt at gera seg inn á stjórnarhermenn, sum verða tiknir til fanga.