Hann var ósakligur og manipuleraði við upplýsingum. Óivað gjørdi hann tað, tí hann hevur onga haldbara grundgeving fyri teirri avgerð, sum meirilutin í Tórshavnar Býráð tók seinasta hóskvøld.
Hann vildi vera við, at meirilutin samtykti at lata smápartafelagið hjá Høgna Mikkelsen fáa ein barnagarð at gera, tí ein metingarnevnd hevði innstillað hansara tilboð nummar eitt.
Humlan er bara tann, at býráðið langtsíðani hevur samtykt at annulera alla ta útbjóðingina og ta dømingina, sum tá varð gjørd.
Tann metingarnevndin varð sett í sambandi við ta fyrru útbjóðingina av hesum somu barnagørðunum. Hennara setninguir var at døma um innkomnu tilboðini eftir vektingini: kostnaður 50 prosent, innrætting og útsjónd 30 prosent og tilfar 20 prosent.
Við hesum fortreytumn kom nevndin til, at barnagarðarnir hjá Høgna Mikkelsen blivu nummar eitt, eitt litið vet framman fyri tilboðini hjá Sp/f Búsetur, men metingarnevndin viðmerkti samstundis, at arkitektoniskt og innrættingarliga vóru tilboðini hjá Búsetri nógv betri.
Men alt hetta varð gjørt til onkis av býráðnum sjálvum.
Tað stóðst sovorðin fløkja av licitatiónini, sum sambært serkunnleikanum ikki kendi sín maka í allari tí civiliseraðu verðini, at býráðið við Jan Christiansen á odda noyddist at annulera útbjóðingina. Millum annað var útbjóðingartilfarið so illa frágingið, at tað bar ikki til at finna út av, hvat stovnarnir fóru at kosta.
Í nýggju útbjóðingini varð boðað frá, at vektingin í dømingini av tilboðunum skuldi vera: kostnaður 40 prosent, innrætting og útsjónd 40 prosent og tilfar 2o prosent.
Við hesum fortreytum kom metingarbólkurin til, at bæði tilboðini hjá Sp/f Búsetri vóru nógv best, og bólkurin mælti kommununi til at taka av teimum báðum, tí hetta var tað, sum kommunan sum heild fekk mest burturúr.
Í tí, sum Jan Christiansen nú førir fram, er tað er týðuligt, at ongar sakligar grundir eru fyri teirri avgerð, sum býráðsmeirilutin hevur tikið um at lata ein av býrðslimunum í samgonguni fáa annan barnagarðin at gera.
Tí ein annulerað licitatión kann ikki á nakran hátt telja við í eini nýggjari licitatión. Heldur ikki, tá politisk avgerð skal takast. Tað er so einfalt.










