Amerikanarin Michael Anthony Green varð í gjár latin leysur úr fongslinum, sum hann hevur verið í tey seinastu 27 árini. Í 1983 varð hann dømdur 75 ára fongsul fyri neyðtøku, men nú er hann latin leysur, tí DNA-royndir hava prógvað, at hann var ósekur, tá hann bleiv tikin og dømdur.
Foreldrini hjá Michael Anthony Green siga, at tey eru takksom fyri at hava fingið sonin aftur. Foreldrini siga, at tey hava alla tíðina verið sannførd um, at sonurin var ósekur, men tey harmast um, at tað tók so drúgva tíð hjá myndugleikunum at finna sannleikan.
Michael Anthony Green var 18 ára gamal, tá hann bleiv settur í fongsul. Nú hann er sloppin útaftur, er hann 44.