Ein dómari í amerikanska býnum Dallas hevur gjørt av, at tann 61 ára gamli Larry Sins skal latast leysur úr fongslinum, sum hann hevur sitið í tey seinastu 25 árini. Grundgevingin hjá dómaranum er, at maðurin er sakleysur.
Í 1986 síðani greiddi ein kvinna løgregluni frá, at Larry Sims hevði neyðtikið seg í einari veitslu, sum tey bæði høvdu verið í. Løgreglan tók Sins, og í rættinum varð hann dømdur sekur og fekk 25 ára fongsul.
Nú hava DNA-royndir víst, at tað var ikki Larry Sins, sum neyðtók kvinnuna.
Tá dómarin í Dallas boðaði frá avgerð síni, bað hann samstundis Larry Sins um umbering. Umberingin var vegna statin Texas, segði dómarin.










