Sakleys hugmóð

Landsstýrið og løgtingsmeirilutin fremur ábyrgdarloysi!

 

Birgir Mohr

Sandi

????????????????


Landsstýrið og løgtingsmeirilutin fremur ábyrgdarloysi!

So leingi ein skyldar umleið 4 milliardir krónur, sigur ein ikki nei tøkk til 300 ? 400 milliónir krónur fyri árið 2002, sum vit hava rætt til í sama danska stati, sum vit skylda meira enn 4 milliardir krónur.

Tað ber væl til at gera ein avtalu við donsku stjórnina um, at vit fastfrysta blokkin á núverandi støði, so minkar hann við inflatiónini. Ella eina avtalu um at minka blokkin varliga yvir nógv ár eftir ávísum formli, og harvið medvirka til ein sjálvbjargnan búskap í Føroyum. Hetta má gerast so varisliga, at tað ikki fer at merkjast á livistøðinum hjá miðal føroyinginum.

Men ikki við 300 ? 400 milliónum per ár. Tað er sera vandamikið fyri okkara búskap, okkara livistøði sum vælferðarsamfelag. Tað vita vit øll. Og hetta skal henda samstundis, sum vit yvirtaka málsøkir fyri aðrar 200 ? 300 milliónir krónur.

Hetta kemur at merkjast út í hvønn krók í landinum, bæði sum ein beinleiðis og óbeinleiðis fíggjarlig avleiðing. Vit eru ikki oljusjeikar enn! Hetta er skamleys almenn hugmóð. Men hugmóð fellur.

Er tað ynski Føroya landsstýrisins at minka peningarenslið her hjá okkum, so ber tað væl til at lata handan partin av blokkinum fara sum ein eyðka avdráttur upp á skuldina hjá landskassanum í Danmørk.

Tað hevði verið skattalætti upp á langt sikt fyri føroyingar. Tað er ?molbo? ? politikkur at senda pening retur, so leingi vit skylda í milliarda upphæddum til danska statin.

At Tjóðveldisflokkurin ikki vil skilja hetta, kundi ein kanska roknað við, men at Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin ikki vilja skilja hetta, sum tað ábyrgdarloysi, hetta er, tað undrar. Men veljarar hjá hesum flokkum skilja væl, at slíkt er óðamannaverk og skilaleysur politikkur, tað er vist.

Okkara løgmaður segði í sjónvarpssending beint áðrenn hann fór til Danmarkar at samráðast um fullveldi fyrstu ferð, at hann fór aldri at bjóða føroyingum eina 4 ára skiftistíð at avtaka blokkin. Men hvat ger hann nú? Minkar blokkin við upp til 40 % upp á eitt ár? Soleiðis roynast álitismenn!

Hvør einast føroyingur, óansæð um hann ella hon eru fyri tí sokallaða fullveldinum ella ikki, skilur, at hetta er ikki ábyrgdarfullur politikkur mótvegis Føroya fólki.

Samstundis, sum arbeiðarafeløgini berjast fyri betri korum til tað fólkið, sum arbeiðir við hondunum, tí tey fáa sum er ? undir hákonjukturinum vit hava ? ikki endarnar at røkka saman fíggjarliga, so frásiga okkara kosnu fólk á løgtingi og í landsstýri okkum ein stóran part av inntøkum landskassans.

At hetta er ábyrgdarleyst og skilaleyst, ja tað skilja øll.