Sakk við bátabrúnna

Seinnapartin kom sløkkiliðið í Havn til hjálpar at bjarga einum báti, sum var sokkin

 

Seinnapartin í dag var sløkkiliðið í Havn til arbeiðis niðri á Skálatrøð at bjarga einum báti, sum var sokkin.

 

Talan er um ein glastrevjabát á 25 føtur og enn er óvist, hví hann var sokkin og einki hol var at síggja.

 

Hann fleyt seinnaparin í gjár, men í gjárkvøldið var hann sokkin.

Men í øllum  førum kann sigast, at veðrið í sjónum var av tí ringasta seinnapartin í gjár.

 

Á brandstøðini siga tey, at tað gekst væl at fáa bátin upp.

Teir fingu sett á hann við einum krana og fingu hann so mikið upp, at pumpa fekst umborð.

 

Báturin varð lensaður og hann flotnaði skjótt tá ið hann var tikin upp, varð hann førdur yvir í Álaker.