Sakk á veg til upphøggingar

Ein trolari, sum skuldi høggjast upp í Danmark, sakk í gjár, tá ein sleipibátur var í ferð við at toga hann úr Íslandi til Danmarkar. Trolarin, sum æt Merike, hevur ligið við bryggju á Havnarfjørðinum í Íslandi í fýra ár, men var nú seldur einum upphøggingarfelagi í Danmark. Men tá sleipibáturin Eurosund var komin einar 50 fjórðingar úr landi við Merike, fekk trolarin slagsíðu og sakk eftir lítlari løtu.

Íslendska vaktartænastan sigur við fjølmiðlarnar, at tað var vánaligt veður á leiðini, har trolarin sakk.

Morgunblaðið skrivar, at Merike var um 40 ára gamal. Hann var seinast skrásettur í Estlandi, men eitt íslendskt felag reiddi hann út. Trolarin hevur millum annað roynt eftir rækjum á Flemish Cap.