Vanlukkan hendi eftir lítlari løtu.
Ringt varð til alarmsentralin, og meðan maðurin tosaði í telefonini, sakk báturin.
Hví báturin sakk, er framvegis ógreitt. Báturin er ikki afturfunnin.
Ein av teimum trimum bjargaðu monnunum hevur greitt frá, at báturin rendi á okkurt, men politiið veit ikki, um tað var ein rekið ella kanska ein fles.
Tveir av monnunum svumu sjálvir til lands. Annar var í bjargingarvesti, hin helt sær uppi við eini boyu.
Triði maðurin var í drakt og í vesti. Hann varð funnin tríggjar fjórðingar frá vanlukkustaðið.
Vanlukkan hendir út fyri Lambatanga, norðan fyri Velbastað.