Sunneva Háberg Eysturstein
----
Landsmyndugleikarnir hava noktað at fíggja eitt føroyskt Fountain House, sum hevur til endamáls at endurvenja sosialu og fakligu førleikarnar hjá sálarliga sjúkum og sinnisveikum, sum eru komin illa fyri. Tí má høvuðsstaðurin traðka til. Tórshavnar kommuna skal vera kveikjari við at veita fígging til uppstart, og síðani skal landið átaka sær raksturin.
At arbeiða og vera virkin samfelagsborgari gevur menniskjum eina sterka samleikakenslu, men eftir longri tíð við sálarligari sjúku kann tað vera torført at venda aftur til arbeiði ella lesnað. Mann hevur isolerað seg frá umheiminum, og sjálvsálitið er í botni. Í Havn hava vit tíverri nógv medmenniskju, sum eru illa fyri á henda hátt. Tey ferðast millum psykiatrisku deildirnar og aðrar viðgerðarstovnar og blíva ofta koyrd út aftur í samfelagið, uttan at vera før fyri at fóta sær í tí.
Menniskjaliga er hetta ein vanlukka, tí at hesi menniskju hava tað svárt, og tí tey ikki sleppa at kenna, at tey fáa brúkt síni evni á ein nóg góðan og gevandi hátt. Samfelagsliga er atgerðarloysið skilaleyst. Eitt er, at nógv fólk fáa peningaliga hjálp frá landinum, uttan at fáa møguleika at aktiverast og geva nakað aftur. Tað er hvørki sunt ella gevandi. Annað er, at land og býur slett ikki fáa ágóðan av øllum teimum virðum, hesi fólk saktans kundu skapt, høvdu vit bert rætt teimum eina lítla hjálpandi hond.
Vit mangla liðið millum deildirnar/viðgerðarstovnarnar og samfelagið, sum loftar illa støddum persónum, og sum við ráðgeving og vegleiðing hjálpir teimum at fáa ein virknan leiklut aftur í samfelagnum.
Frá sjúku til megi og møguleikar
Eitt Fountain House kann verða loysnin, sum gevur okkum størstu og skjótastu úrslitini fyri minsta kostnaðin. Konseptið hevur prógvað seg sjálvt kring allan heim, síðan nakrir sálarsjúklingar í 1940'unum fóru undir hetta virksemið í New York. Í stuttum er eitt Fountain House eitt stað, har sálarliga sjúk og sinnisveik hava møguleika at endurvenja sosialu og fakligu førleikar sínar. Eitt stað, har tey kunnu vera og virka á ein meiningsfullan hátt, sum kann gera tey heilt ella partvíst sjálvhjálpin. Her leggja fólk dentin á evnini, megina og møguleikarnar hjá tí einstaka persóninum heldur enn á sjúkuna hjá viðkomandi.
Eitt Fountain House kann gerast tann liðurin millum psykiatrisku deildirnar og samfelagið, sum kann lofta persóninum við sálarligari sjúku og leiða hann ella hana inn aftur í samfelagið. Her kunnu hann ella hon læra at kenna síni egnu virði aftur og at gerast ein virkin borgari, sum ger nyttu í samfelagnum.
Klárt at sjóðseta her og nú
Tað er óskiljandi, at landsmyndugleikarnir ikki vilja geva hesum lutfalsliga kostnaðarlítla átakinum ein møguleika við at veita neyðugu fíggingina. Alt forarbeiðið er gjørt av privatpersónum saman við Sinnisbata. Verkætlanin er klár at sjóðseta her og nú við eldsálum handan róðrið, men landið hevur valt at raðfesta øðrvísi. Talan er um umleið 2,5 mió krónur um árið í trý ár til løn og rakstur.
Tí má høvuðsstaðurin traðka til. Tórshavnar kommuna skal vera høvuðsstaðurin fyri øll. Psykiatrisku deildirnar eru her í kommununi, og tað er her fólkið savnast. Vit hava skyldu at hjálpa. Kommunan skal vera kveikjari við at veita fíggingina til at stovna eitt Fountain House, og eftirfylgjandi skal landið átaka sær raksturin.
Í Framsókn leggja vit dent á tað tjóðskaparliga, tað vinnuliga og tað persónliga frælsið. Vit kenna tað sum okkara skyldu at geva øllum borgarum eitt persónligt frælsi, og hetta skal sjálvandi eisini fevna um tey, sum eru so óheppin at bera størri sálarligar byrðar enn onnur.
- - -
Eg mæli øllum veljarum til kommunuvalið at lesa Framsóknarfaldaran. Míni heilt persónligu hjartamál sum Framsóknarfólk í kommunalpolitikki eru: Fountain House, Tjóðpallur Føroya við konsertsali, Marknagilsdepilin og Miðbýurin í Havn.










