Tað skuldi havt verið ein sonevnur telefonfundur í Føroya Rætti í morgun, týsdag, men fundurin mátti avlýsast, tí tann eini luttakarin dugdi ikki at koma ígjøgnum.
Talan var um ein sakførara av gamla skúlanum, og hóast hann royndi í út við ein hálvan tíma, eydnaðist tað honum ikki at koma ígjøgnum.
Endin var tí, at dómarin, Henrik Møller, ongan annan møguleika hevði, enn at biða danska sakføraran finna út av, hvat var galið, og so annars áseta nýggjan telefonfund til mánadagin 19. mai.
Hann segði annars, at fundurin ikki so ógvuliga nógv upp á seg, men skuldi kortini avgera, um rættarmálini hjá Bjarna Olsen, Marner Jacobsen og Odd Bjellvåg kundu útsetast, til málið millum Finansiel Stabilitet og Eik Banka var agreitt.
Tað er Tryggingarfelagið Føroyar, ið ynskir málið útsett, men í hvussu er tveir av sakførarunum vóru ímóti.
Nú verður so nýggjur fundur mánadagin 19. mai klokkan 11.00.










