Sakførarin vil hava tvær milliónir í løn frá TAKS

Slakar tvær milliónir krónur.

So nógv kostaði tað TAKS í sakføraraløn at leggja eitt sakarmál um skatt av kapitalvinningi fyri Føroya Rætt.

Tað stendur í eini umbøn frá Jørgen Niclasen til Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum um samráð fyri at fáa heimild til at broyta ymsar játtanir hjá TAKS.

TAKS tapti sakina, men tá ið stovnurin fekk rokningina frá sakførara sínum, ljóðaði hon upp á ikki minni enn slakar tvær milliónir, sum hann skuldi hava fyri ómakin.

Hetta er nógv størsta rokning, TAKS nakrantíð hevur fingið frá einum sakførara fyri tað, sum TAKS kallar eina vanliga rættarsak.

TAKS vil ikki góðkenna rokningina og hevur tískil kært sakføraran fyri danska advokatráðnum fyri at fáa hana niður á sama støði sum slíkar rættarsakir plaga at vera á, sum TAKS so nøkunlunda málber seg.

Stendur dómurin í Føroya Rætti við, noyðist TAKS at rinda 53 milliónir aftur til tey, rættarsakin var ímóti, umframt seinar 10 milliónir í rættargangsrentum og sakføraran.

Tí hevur TAKS kært til landsrættin fyri at tryggja virði landskassan, men tað kostar 535.000 krónur í rættargangsgjaldi.

Men TAKS hevur ikki so nógvan pening til sakarmálskostnað og tí verður neyðugt at flyta pening av øðrum kontum til endamálið.

Alt í alt biðjur Jørgen Niclasen um loyvi til at seta 1.235 millión av til rættarmálið, men ætlanin er so at brúka tilsvarandi minni til at KT menning fyri at sleppa undan at hækka játtanina.