Sakførarar fáa innlit

Løgreglan í Oslo hevur nú gjørt av, at sakførararnir hjá teimum yvirlivandi og avvarðandi eftir terrorálopið á Utøya 22. juli skulu fáa fult innlit í øll skjøl, knýtt at hendingini. Tað umfatar eisini ljóðupptøkurnar hjá operatións miðstøðini hjá løgregluni.

Tað sigur John Christian Elden (myndin), ein av sakførarunum, sum hevur kært løgregluna fyri at halda aftur upplýsingum, við norska blaðið Dagbladet.

Væntandi fáa vit skjølini í morgin, segði John Christian Elden við Dagbladet í gjár.

Sakførarafelag hansara umboðar umleið 90 avvarðandi og yvirlivandi eftir álopini. Higartil hava sakførararnir bert havt innlit í brotpart av skjølunum, og Elden lat í gjár kæru inn til tingrættin í Oslo. Men áðrenn tingrætturin náddi at taka støðu í málinum, broytti løgreglan meining og letur nú fult innlit.

Sambært John Christian Elden er talan um ein kúvending hjá løgregluni, sum hevur fingið nógvan kritikk, serliga í sambandi við tað, sum fór fram og varð sagt viðvíkjandi operatiónini á Utøya.

Fram til hesa kúvendingina hevur løgreglan bert latið trý skjøl í málinum frá sær: Ákærurnar móti Breivik, rættarváttanina upp á varðhaldsfongslingina og brævið frá verjanum, Lippested, har Breivik ynskir at møta upp í stívasta puss í rættinum. Og tað er á markinum til háðan av teimum avvarðandi, sigur Elden við Dagbladet.