Eitt sakarmál móti nevndini í Føroya Banka er nú slept. Í einari fráboðan til virðisbrævamarknaðin boðar Føroya Banki frá, at:
- Vísandi til fráboðan nummar 16 í 2009 av 7.juli 2009, skal Føroya Banki hervið boða frá, at ætlaða sakarmálið, sum varð reist av ávísum partaeigarum í samband við spurningin um nevndin varð rættarliga lógliga vald á aðalfundinum tann 30. mars 2009, er tikið aftur. Sostatt verður sakin mett sum liðug, sigur Føroya Banki í fráboðanini til virðisbrævamarknaðin.










