Sakaris ávegis við electro-pop útgávu

Elektro-snillingurin Sakaris arbeiðir í hesum døgum við einari fløgu. Hann sigur sjálvur, at hann nørdast av grimd frammanfyri telduni og á tangentunum.

 

Vit hava hoyrt nógv um Sakaris seinasta árið. Hann hevur verið spældur í loftmiðlunum, luttikið í stóru donsku talentkappingini Karrierekanonen, og hevur havt fleiri framførslur á eitt nú G! festivalinum og Ó-festivalinum.

 

Eftir væleydnaðu debutútgávuna, Darling EP, er stundin nú loksins komin til eina veruliga útgávu í fullari longd. Talan er um reindyrkaðan elektroniskan popptónleik av tí slagnum, ið sjáldan er at hoyra á klettunum.

 

Maðurin handan verkætlanina, Sakaris Emil Joensen, er als ikki ókendur á føroyska tónleikapallinum. Umframt at hava spælt við nøvnum sum Boys in a Band, Lama Sea, The Story Ends og The Ghost, hevur ungi havnarmaðurin virkað sum framleiðari av útgávum hjá eitt nú Heiðriki á Heygum, Guðrið Hansdóttir, Leadberry og ummælararóstu debutútgávuni hjá Frostfelt.

 

Elektro-verkætlanin hjá Sakaris hevur verið til í eitt áramal, men gjørdi av álvara um seg summarið 2010 við mini-útgávuni Darling EP. Popplagið In a Box gjørdist eitt av hittunum hetta summarið. Rósandi orð komu eisini úr útlondum, tá ið Sakaris gjørdist eitt av teimum 24 nøvnunum, sum vunnu sær sess í stóru donsku talentkappingini Karrierekanonen hjá P3 og Roskilde Festivalinum. Skoðsmálini hjá dómarunum vóru, at “SAKARIS er hektisk pop med masser af kant OG hitpotentiale, som ellers er en meget sjælden kombination”.

Harafturat vann útgávan sær góð ummæli og eitt pláss á forsíðuni á stóru íslendsku tónleikasíðuni gogoyoko.

Í løtuni situr Sakaris innilæstur saman við trummumaskinum, synthesizarum og telduskermum, - framleiðslan er væl á veg, og er ætlanin at geva út hjá Tutl nú til várs.

 

Hoyr lagið In a Box her:

 

www.youtube.com/watch

 

Hoyr alla Darling EP útgávuna her:

 

soundcloud.com/sakaris/sets/darling-ep/