Sakaris setir Skopun á kortið

- Eg havi sæð fólk ganga aftur og aftur í stuðulsjáttanum, og tað havi eg átalað. Men eg havi ongantíð sagt, at Sakaris Stórá ikki skal hava stuðul, sigur Gerhard Lognberg, sum nú fyrireikar móttøku fyri filmsmanninum

- Eg havi sæð fólk ganga aftur og aftur í stuðulsjáttanum, og tað havi eg átalað. Men eg havi ongantíð sagt, at Sakaris Stórá ikki skal hava stuðul, sigur Gerhard Lognberg, sum nú fyrireikar móttøku fyri filmsmanninum.

 

Hoyr Sakaris Stórá greiða frá, hvussu var at vinna í Berlin

 

Skopun fyrireikar seg til at taka ímóti bygdamanninum Sakaris Stórá, sum fríggjakvøldið vann stóran heiður á Berlinale, sum telist millum størstu filmsstevnur í heiminum. Á odda fyri fyrireikingunum stendur Gerhard Lognberg. Borgarstjórin, sum ferð eftir ferð hevur tosað ímóti at lata almennan stuðul til listarfólk.

 

Sum løgtingsmaður hevur Gerhard Lognberg í fleiri umførum úttalað teg ímóti at geva listarfólki stuðul. Eitt nú hevur hann av tingsins røðarapalli sagt soleiðis:

 

- At geva listafólki løn fyri at sita heima og gea eitthvørt, er at søpla fólksins skattapengar burtur, segði Gerhard Lognberg av tingsins røðarapalli fyri júst tveimum árum síðani.

 

Orðini fullu eftir at Mentanargrunnurin fyrraárið býtti 2,8 milliónir í starvslønum út til 40 listafólk. Úttalilsi fekk tá Sakaris Stórá at svara løgtingsmanninum aftur í almennum lesarabrævi. Skopuningurin hevði tá júst fingið starvsløn í fýra mánaðir, og harumframt heiðursgávu til ungt listafólk.

 

Sakaris Stórá svaraði aftur í almennum lesarabrævi, har hann harmaðist um hugburðin:

 

- Tað kennist sera sárandi og niðrandi, bæði fyri meg og mína familju, at fáa so keðilig orð um ein sjálvan, borin fram fyri allari tjóðini av tingsins røðarapalli, skrivaði Sakaris Stórá í aftursvari til Gerhard Lognberg.

 

Sjálvur verjir Gerhard Lognberg seg við, at orðini, ið fyri tveimum árum síðani fingu Sakaris Stórá at svara aftur, vóru ongantíð vend móti skopuninginum.

 

- Eg havi ongantíð og á nakran hátt vent hasum orðunum móti Sakaris Stórá. Men í vissum føri havi eg sæð fólk ganga aftur og aftur í stuðulsjáttanum, og tað havi eg átalað, sigur Gerhard Lognberg ídag.

 

Við Sosialin í dag sigur Sakaris Stórá, at hann hevði ikki kunna gjørt ”Vetrarmorgun” uttan tær starvslønir, ið hann hevur fingið. Tað fær Gerhard Lognberg at ásanna, at í summum føri er tað rætt, at almennu Føroyar veita starvslønir og annan, fíggjarligan stuðul til listafólk.

 

- Ja, í summum føri. Men neyvan í øllum føri, sigur Gerhard Lognberg.

 

Í Sosialinum, sum verður borin í hvørt hús í landinum í dag, er stór samrøða við filmsleikstjóran Sakaris Stórá.

 

Hoyr eina longri samrøðu við Gerhard Lognberg við at trýsta á pílin undir myndini.