Sakaris og Annika vunnu

Tað var Sakaris Stórá, sum vann fyrstu Geyta virðislønina, meðan Annika á Lofti vann áskoðara virðislønina

Á fyrsta sinni var ein føroysk Oscar standmynd latin til ein føroyskan filmsframleiðara.
Og tað gjørdist Sakaris Stórá, ið vann fyrsta Geytan fyri stuttfilmin, »Summarnátt«.
- Eg havi ikki heilt orð fyri tí. Her eru so nógvir góðir filmar, og so varð mín valdur, tað er stórt, segði Sakaris Stórá við útvarpið hjá Kringvarpinum.
Tað merkir, at fólk seta prís upp á tað, sum mann ger. Tað hevur stóran týdning at fáa viðurkenning sum hesa, tí tað er ógvuliga einsligt at gera film. Tú missir nógv annað, og so eru eisini pengar í tí, og teir fari eg at brúka til mín næsta stuttfilm, segði Sakaris Stórá.
Dómsnevndin hevði ávís kriterii at ganga eftir.
- Søgan, fyrst og fremst, síðani filmslistarliga frásøguháttin og í triðja lagi tøknin. Og har hildu vit í nevndini, at hesi trý fullu best út til júst hendan filmin, segði formaðurin í dómsnevndini, Birgir Kruse.
Hann heldur, at filmurin ber rættiligan altjóða dám yvir sær, og tí kann hann standa seg væl í altjóða høpi.
Eisini eináskoðara virðisløn varð latin, og hana vann Annika á Lofti fyri filmin »Mist«.
Geytin gav 25.000 krónur í virðisløn, sum Norðurlandahúsið letur, meðan áskoðara virðislønin gav 15.000 krónur, sum Tórshavnar býráð hevur latið.