Sakaris er klárur: – Tað verður ein streymur av bangi

– Beint nú gangi eg bara og krypli. Síggi øll hini spæla, men eg havi bara hug til sjálvur at fara á pallin og spæla, sigur Sakaris Emil Joensen, sum skal spæla á G! í kvøld.

Sakaris til konsert hjá Eivør á Sandinum.

Klokkan kvart yvir midnátt fer Sakaris á pall í Fjósinum á G! Festivalinum. Og spyr man høvuðspersónin sjálvan, so kundi hann ikki verið meira klárur, tí hann er í topp-formi aftaná at hava vant í tveir mánaðir til brakið í kvøld.

 

– Eg havi runnið upp á tvey fjøll, eg havi gjørt armboyggingar og eg havi gjørt karatekicks. Nú klári eg at gera roundhouse-kick og sovorðið har, sigur Sakaris, nú vit hittu hann til Eivør konsertina í gjárkvøldi.

 

– Eg havi ikki vant tónleik. Men tað er ikki so viktigt, flennir hann.

 

– Tað verður í hvussu er gott. Eg skal vísa tykkum, hvat eg havi arbeitt fram ímóti.

 

Tey, ið fara á konsert í Fjósinum í kvøld, kunnu vænta sær eitt ordans show.

 

– Eg havi sett upp allar bangararnir. Bangara aftaná bangara aftaná bangara. Har er einki, sum ikki er ein bangari, á settinum. So ja, tað verður ein streymur av bangi, sigur Sakaris Emil Joensen.

 

Ert tú spentur?

 

– Ja. Eg gleði meg ótrúliga nógv. Beint nú gangi eg bara og krypli. Síggi øll hini spæla, men eg havi bara hug til sjálvur at fara á pallin og spæla.

 

Umframt at skula spæla í kvøld, nýtur Sakaris G! Festivalin sum gestur. Hann hevur hoyrt tað mesta í gjár.

 

– Eg hoyrdi Marius, sum var fantastiskur. Eivør er altíð fantastisk. Lucky Lo var eisini rættiliga feitt. Eg helt, eg kendi hana aftur, og so fann eg útav, at hon spældi í fjør. Tað dyrkaði eg, sigur Sakaris, sum eisini ætlar sær at hoyra meira tónleik í kvøld.

 

– Eg ætli mær at hoyra When Saints Go Machine, sum spæla beint áðrenn meg. Byrta gleði eg meg til.

 

Sakaris til konsert hjá Eivør á Sandinum.