Sakaris á Háskúlanum

Mánakvøldið vitjar filmsleikstjórin Sakaris Fríði Stórá Føroya Fólkaháskúla

Sakaris Fríði Stórá, sum millum annað hevur gjørt stuttfilmarnar "Summarnátt" og "Vetrarmorgun", fer at siga frá sínum arbeiði og at vísa brot úr sínum filmum. Kanska verður okkurt brot, sum eingin enn hevur sæð.

 

Høvi verður hjá áhoyrarunum at koma við spurningum og viðmerkingum, og aftaná verður ein drekkamunnur at fáa.

 

Mánakvøldsfyrilestrarnir hjá Føroya Fólkaháskúla eru, sum altíð, almennir og ókeypis.

(Mynd: Heinesen Myndir)