Sakarina spælir til dans á Skála

Skála Ítróttarfelag tekur táttin frá í fjør uppaftur og skipar enn einaferð fyri stórum dansitiltaki í ítróttarhøllini. Hesaferð verður tað kendi norski dansibólkurin Sakarina, sum fer at spæla til dans.

TÍÐINDASKRIV

Í fjør brettu skálafólk upp ermar og skipaðu fyri einum stórum dansitiltaki í ítróttarhøllini. Byrjað varð við stórum borðhaldi, har umleið 500 fólk fóru til borðs, meðan Hilmar Jan Hansen undirhelt gestunum. Eftir borðhaldið trein kendi norski dansibólkurin Scandinavia fram á pallin, og hann spældi góðan dansitónleik til klokkan var umleið fýra.
Tiltakið eydnaðist stak væl. Gestir, fyrireikarar og ikki minst tónleikararnir vóru serstakliga væl nøgdir við kvøldið, og tað hevur givið skálafólkið blóð á tonna. Tí skipar felagið fyri líknandi tiltaki aftur tann 5. oktober í ár.
Hesaferð hevur Skála Ítróttarfelag fingið kenda norska dansibólkin Sakarina at spæla til dans.
Sakarina varð stovnaður í 1982 og hevur sín uppruna í Norðurnoregi. Fimm tónleikarar eru í bólkinum. Serliga 15 tey fyrstu árini var bólkurin kendur fyri at spæla á teimum nógvu kendu dansibandsfestivalunum í Noregi.
Bólkurin var við á fyrsta festivalinum í Seljord. Hann hevur eisini verið við í Tromsø, í Førde, Orkla, Alta, Lakselv, haraftrat var hann við, tá skipað varð fyri stórari dansigalla í Nerpe í Finnlandi.
Í 1997 gav Sakarina sína fyrstu fløgu út. Fløgan »Sakarina« fekk ógvuliga góða undirtøku, tá hon kom út, og longu árið eftir hevði bólkurin fingið fótin fastan á Dansetoppen hjá NRK P1, sum er hittlistin fyri slíkar bólkar. Har hevur hann ligið meira ella minni fast líka síðan.
Í apríl mánaði í 2000 gav bólkurin aðru fløgu sína út, og »Kvinnen i mit liv« hevur fingið líka góða undirtøku, sum tann fyrra. Hetta hevur m.a. borið í sær, at bólkurin í heila tikið hevur fingið nógvar nýggjar fjepparar, og hann er nógv umbiðin at spæla til dans kring um í Noregi. Seinni í heyst er ætlanin at triðja fløgan hjá bólkinum skal koma á marknaðin.
Sakarina spælir mest egnan tónleik av fløgunum, men teir smæðast ikki fyri at spæla løg hjá øðrum kendum bólkum við. Hetta ger tónleik teirra fjølbroyttari, og skuldi tað eisini borið við sær, at tað verður spennandi og fjølbroyttur dansur á Skála tann 5. oktober.
Farið verður at selja atgongumerkir til tiltakið á Skála um mánaðarskiftið, og tá verður lýst nærri, hvar atgongumerkini vera at fáa.