Jógvan Niclasen hevur staðið seg framúr gott á leikunum higartil. Hann hevur vunnið gull í øllum teimum kappingum, hann hevur luttikið í. Týsdagin vann hann gull í einstaklinga- og liðkappingini í compound hjá monnum, og í gjár vann hann so gull í sonevndu head to head kappingini í compound hjá monnum.
– Faktiskt hevði eg ongar vónir áðrenn eg fór avstað, men nú gekk tað so hampiligt kortini, segði Jógvan Niclasen, tá vit fingu orðið á hann, beint áðrenn kappingin í gjár var av.
Avslappaður
Jógvan Niclasen er ein ógvuliga róligur skjútti, sum ikki letur seg ávirka av mótstøðu og umstøðum. Hetta merkir eisini hann sum persón, tí til spurningin um, hvørjar kenslur hann hevði beint nú triðja gullmedaljan var vunnin, svaraði hann seigliga:
– Tað veit eg ikki. Avslappaður. Hetta er ikki so viktugt heldur.
Heldur ikki undir mikudagsins spennandi kapping, vóru nervar upp á spæl hjá Jógvani.
– Nei, hetta nervar meg ikki, tað kann ikki siga, sigur hann. Hetta sást eisini væl í gjár, men sanniliga eisini týsdagin, tá Jógvan við framúr góðari skjóting vann seg framum mótstøðumannin, og setti nýtt oyggjaleikamet á 90 metrum, eftir at hann hevði bummað tríggjar teir fyrstu pílarnar á 70 metrum, tá hann gloymdi at stilla siktið.
Ónøgdur við úrslitini
Í kappingini Jógvan luttók í mikudagin vóru tilsamans 64 luttakarar. Her verður kappast ein ímóti einum, vinnarin fer víðari og taparin rýkur út. Tí var kappingin skipað við 32. og 16. parts finalum, kvartfinalum, hálvfinalum og einari finalu. Jógvan fór allan vegin, men er ikki nøgdur.
– Sjálvur skeyt eg vánaligt allan vegin ígjøgnum, og eg eri ikki nøgdur við nakran avstand. So eg eri ikki nøgdur við mítt egna avrik, men tað eri eg nú sjáldan, heldur Jógvan Niclasen fyri.
Spurdur um, tá hann nú hevur vunnið sær tríggjar gullmedaljur ikki er nøgdur, tá alt kemur til alt, var svarið hetta:
– Persónligu úrslitini mugu viga tyngri enn heiðursmerki.
Hitin ávirkar
Men hóast mótstøða ella tykjast at rína við mannin, so er kortini eitt sum hevur argað hann á túrinum.
– Hitin ávirkar nógv. Man ger nógvar býttar feilir av honum, sigur Jógvan og sipar eitt nú til týsdagin, tá hann gloymdi at stilla siktið á 70 metrum, og tá Per Holm Andersen í gjár gloymdi at skjóta ein píl, tá hann kappaðist móti netupp Jógvani, sum harvið kom víðari.










