Nú ein dagin skipaði ÍSB, sum er ítróttarfelagið fyri brekað, fyri borðtenniskapping.
Hetta er mestsum ein innanhýsis kapping, sum Jóhan T. Lervig og Hans Fróði Jensen, venjarar skipa fyri á hvørjum ári.
Hetta eru fólk, sum vanliga venja í Tórshavnar Kvøldskúla og hesuferð vóru luttakarar úr felagnum Svanur í Eysturoynni og úr felagnum Svanur í Havn.
Úrslitini vóru, at Ísak Hansen úr Svani gjørdist nr. 1 við 8 stigum, Elvin Weihe úr Svani gjørdist nr. 2 við 6 stigum og Heri Høj úr Smæruni gjørdust nr. 3 við 4 stigum - Smæran