Dómsvaldið í Portugal er farið undir at viðgera eitt rættarmál ímóti fyrrverandi løgregluyvirmanninum Goncado Amaral, sum hevur skrivað eina bók um málið, tá enska gentan Madeleine McCann hvarv í Portugal.
Í bókini skrivar høvundurin, at Madeleine doyði, og at foreldrini beindu hana burtur. Foreldrini avsanna skuldsetingina, og tey hava kravt fleiri milliónir sterlingpund í endurgjaldi fyri ærumeiðing.
Tey hava sagt, at endurgjaldið skal brúkast til at halda fram við leitingini eftir Madeleine, skrivar Reuters.
Foreldrini hjá Madeleine McCann eru farin til Portugals at fylgja við rættarmálinum.