Fyri triðju ferð í ár hava Víkingur og KÍ í kvøld spælt landskappingardyst. Tvær tær fyrru ferðirnar endaði tað 2-1 til KÍ, og í kvøld endaði tað 3-1 til KÍ.
Úrslitið ber við sær, at KÍ undan trimum teimum síðstu dystunum er sjey stig aftanfyri HB, sum hevur tveir dystir eftir – sunnudagin ímóti TB og annan leygardag í Klaksvík ímóti KÍ í Klaksvík.
Jonn Johannesen var frá fyrsta bríksli í framrættaða plássinum í vinstru, sum Patrik Johannesen plagar at røkja. Jonn Johannesen takkaði fyri longu í sjeynda minutti, tá ið hann rann inn frá vinstru og úr stuttari fjarstøðu stýrdi bóltin í málið eftir flatt innlegg frá Jóannesi K. Danielsen.
KÍ hevði fyrstu løtuna nógvar góðar støður, og klaksvíkingar høvdu bóltin á stólpanum, umframt at Atli Gregersen bjargaði á málstrikuni aftanfyri Elias Fagrá í málinum hjá Víkingi.
Og so var tað, at Víkingur javnaði, tá ið heimaliðið fyri fyrstu ferð var í brotsteiginum. Tá ið víkingar royndu at leggja innfyri, tók bólturin í armin á Jesper Brinck. Brotsspark segði dómarin, og Sølvi Vatnhamar var so tryggur úr ellivu metrum, sum hann tvær ferðir var í Runavík síðsta vikuskifti, og sum hann so mangan hevur verið.
Tað var sjáldan serligur friður yvir spælinum, og tað vóru ikki so nógvar vandamiklar støður og fáir upplagdir málmøguleikar.
KÍ skoraði til 2-1, tá ið tað restaðu 20 minuttir. Ísak Simonsen, sum níggju minuttir frammanundan varð skiftur inn, samanspældi í vinstru við Jóannes Bjartalíð, áðrenn hann sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum og við høgrabeini setti bóltin inn við nærra stólpa.
Víkingur hevði fleiri ungar spælarar millum teir fyrstu ellivu, og síðstu løtuna vórðu Geza David Turi, Elias Lervig og Olaf Bárðarson vórðu skiftir inn.
At málmunurin ikki var meiri enn eitt mál bar við sær, at spenningur var í alla tíðina, hóast KÍ hevði bóltin meiri. Og tá ið klokkan var farin fýra minuttir út um vanligu leiktíðina, staðfesti KÍ 3-1 sigurin. Páll A. Klettskarð var rutineraður og tolin í vinstru, hann spældi í brotsteigin til Jóannes Bjartalíð, sum sendi bóltin víðari til Ole Erik Midtskogen, sum við handara stólpa setti bóltin í málið.
Fagnaður á klaksvíkingum, sum sjálvir hava møguleika at gera av, um teir skulu enda á øðrum plássi. KÍ og er á øðrum plássi – eitt sig frammanfyri NSÍ, sum hevur spælt ein dyst fleiri enn KÍ.
Sunnudagin hittast NSÍ og KÍ í Runavík.
Víkingur, sum sunnudagin skal spæla á heimavølli ímóti B36, er á fimta plássi við 44 stigum. Møguleikin hjá Víkingi næsta kappingarár at spæla í Europa er, at tað eydnast Víkingi at vinna kappingina um løgmanssteypið.