SAK Industries slept ákærum ímóti Janusi Petersen

SAK Industries hevur slept øllum ákærum og krøvum ímóti stjóranum í Føroya Banka, Janusi Petersen. Hann heldur hinvegin fast við síni mótkrøv Útvarpið sigur, at SAK Industries hevur slept øllum ákærum og krøvum ímóti stjóranum í Føroya Banka, Janusi Petersen.

Sakførarin hjá SAK Industries møtti ikki í rættinum í morgun, og stutt fyri fundin komu skrivlig boð um, at allar ákærur ímóti Janusi Petersen vórðu sleptar, sum so má sigast at vera fríkendur, sigur altso Útvarpið.

SAK Industries ger kreativu leikurnar Mexamex, og stevndi í fjør heyst Janus Petersen fyri ærumeiðing og fyri at hava ávarað viðskiftafólk bankans ímóti amerikonsku fyritøkuni.

Málið kom ongantíð til dómsviðgerð í Føroya Rætti, men kortini stendur Føroya Banki við síni mótkrøv og krevur nú SAK Industries eftir endurgjaldi fyri tort og sviða og fyri sakarmálsútreiðslur