Fyrrverandi B71-venjarin Tom Saintfiet er givin sum landsliðsvenjari í Yemen, har hann hevur starvast síðani oktober í fjør.
Tom Saintfiet er ættaður úr Belgia, og fyri 10 árum síðani var hann venjari hjá B71 eitt tíðarskeið. Síðani 2008 hevur Saintfiet vant fleiri afrikansk lond, og síðani oktober í fjør hevur hann verið landsliðsvenjari í Yemen.
Úrslitini hava ikki verið til vildar, og eftir tap fyri Malaysia í farnu viku er Tom Saintfiet givin sum venjari í Yemen.
- Eg vil takka fótbóltssambandinum, mínum starvsfeløgum og ikki minst spælarunum fyri góða samstarvið, vit hava havt. Yemen er eitt fantastiskt land og verður í mínum hjarta fyri lívið. Eg ynski Yemen alt tað besta í framtíðini, sigur Tom Saintfiet við tíðindastovuna Reuters.
Yemen liggur aftast í sínum bólki í undanakappingini til asiatiska meistaraskapið í 2015.










