Saintfiet fingið nýtt starv

Fyrrverandi B71-venjarin fer nú til Asia at vera landsliðsvenjari.

Tom Saintfiet, sum kappingárið 2002 og ein part av kappingarárinum 2003 var venjari hjá B71, hevur fingið nýtt starv. Hann skal framyvir verða landsliðsvenjari hjá Bangladesh.


43 ára gamli Saintfiet, sum er úr Belgia, hevur drúgvar royndir sum venjari í Afrika. Hann hevur verið landsliðsvenjari hjá eitt nú Namibia, Zimbabwe, Etiopia, Yemen og Malawi.


Síðani í fjør hevur Tom Saintfiet staðið á odda fyri landsliðnum hjá Togo, sum eitt nú hevur navnframa Emmanuel Adebayor í hópinum.


Nú fer hann so til syðra partin av Asia at standa á odda fyri Bangladesh, sum er áttanda fólkaríkasta land í heiminum, men tó ikki hevur nakran kendan fótbóltsspælara.


Fyrra árið Tom Saintfiet var á Sandi, kappingarárið 2002, endaði B71 nummar tvey í næstbestu deildini. Í upp- og niðurflytingarspælinum taptu teir tó ímóti EB/Streymi og fluttu harvið ikki upp.