Saif al-Islam Gadaffi sleppur ikki at stilla upp

- Tey neyðtóku landið, sum er á knøunum. Her eru eingir pengar, og her er eingin tryggleiki, segði sonur Muammar Gaddafi í samrøðu við New York Times.

 

Valumsitingin í afrikanska landinum Libya vil ikki, at sonur fyrrverandi einaræðisharran, Muammar Gaddafi, stillar upp til forsetavalið í landinum, sum verður í næsta mánaði.

 

Saman við 24 øðrum, sum vildu stilla upp, sleppur sonurin, sum kallast Saif al-Islam Gadaffi, ikki at gerast valevni til forsetavalið í landinum.

 

Sagt verður, at hetta er av løgfrøðisligum ávum og nøvnini á teimum 24 eru sambært valumsitingini strikað av fyribils listanum yvir valevni.

 

Valumsitingin sigur, at persónarnir lúka ikki krøvini um neyðug "dokumentir", sum tað verður rópt. 

 

Í samband við viðurskiftini hjá Saif al-Islam Gadaffi vísir valumsitingin til greinar í vallógini sum sýta fólki, ið eru dømd fyri brotsverk, at stilla upp.

 

Saif al-Islam Gadaffi, sum hevur sína útbúgving á London School of Economics, var nærmasti hjálpari hjá pápa sínum, Muammar Gaddafi, og varð av mongum sæddur sum eftirmaður hansara. 

 

Muammar Gaddafi varð dripin, tá Nato-lond og onnur sameind tóku ræðið í Libya í 2011. Tá varð Seif al-Islam Gadaffi tikin til fanga og dømdur til deyða. Hann varð tó latin leysur aftur í 2017.

 

Hin 49 ára gamli hevur sambært tíðindastovuni NTB eisini verið eftirlýstur av Altjóða Brotsmannadómstólinum ICC fyri brotsverk móti mannaættini.

 

Sjálvur heldur sonur Muammar Gaddafi, at hann hevði verið savnandi fyri libysku tjóðina, og hann heldur lítið um tey, sum tóku við valdinum í landinum, tá pápin fall.

 

- Tey neyðtóku landið, sum er á knøunum. Her eru eingir pengar, og her er eingin tryggleiki. Her er einki lív, segði hann í samrøðu við New York Times í summar.