Saha ikki við til Føroya

Føroyska landsliðið sleppur leygardagin undan einum av teimum heilt stóru stjørnunum á franska landsliðnum. Hann var í grundini úttikin til dystin, men Louis Saha hevur nú givið avboð. Málfarligi framherjin fekk ein skaða undir upphitingini hjá Manchester United leygardagin, tá ið teir leiktu ímóti Wigan, og verður hann tískil ikki við í franska ferðalagnum.

 

Dysturin millum Føroyar og Frakland verður leiktur leygardagin kl.16 á Tórsvølli.