Louis Saha, sum vit kenna frá ensku Manchester United, verður ikki við móti Føroyum leygardagin. Hetta visti franska fótbóltssambandið at siga í dag. Saha sigst dragast við skaða í knænum, og er farin heim úr venjingarleguni í Clairefontaine.
Hóast Saha er skaddur hevur venjarin Raymond Domenech ikki valt at senda boð eftir einum avloysara til Saha. Og hetta seinasta hevur spunnið øði í Juventus áleyparin David Trezeguet, ið ikki skilur hví hann ikki er valdur at umboða “Les Bleaus”.