Ein serlig frægd var at eygleiða unga Poul Thomas Dam á vinstra bakki í dag. Hann spældi sum ein garva gomul rotta og gjørdi valla ein feil í øllum dystinum. Vann nógvar nærdystir og slepti sær skilagott av við bóltin mestsum alla tíðina. Valdi tær einklu og røttu loysnirnar. Í løtuni má sigast, at venjari okkara hevur ein luksustrupulleika á vinstra bakki, og liðskiparin má av røttum stúra fyri "sínum" annars áralanga trygga plássi.
www.hb.fo










