Sagt um flogvøllin

- Flogvøllurin er helst tjúkkasta mappan í vinnumálaráðnum. Nú vøllurin er yvirtikin, fari eg at biðja tey um at lata hana aftur.

(Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri)

 

- Flogvøllurin verður nú umskipaður til eitt partafelag, soleiðis at virksemið kann gerast smidligari. Hetta verður eftir ætlan gjørt í heyst. Næsta málið verður ein yvirtøka av loftferðsluni.

(Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri)

 

- Vit rokna við einum sera stórum vøkstri í ár. Óhugsandi er ikki, at eini 250.000 ferðafólk fara um flogvøllin. Tí er neyðugt við útbyggingum til tess at nøkta henda tørvin.

(Finnbogi Niclasen, stjóri í Vága Floghavn)

 

- Vit miða eftir at leingja flogvøllin til 1600 metrar, at umbyggja tornið og fáa fleiri støðupláss til flogfør, soleiðis at karmarnir verða nøktaðir.

(Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri)

 

- Hetta er ein stórur dagur, nú flogvøllurin er yvirtikin. Hinvegin kennist tað ikki sum ein ov tung byrða. Vit hava góð starvsfólk her, og í felagi fara vit at klára tað.

(Finnbogi Niclasen, stjóri í Vága Floghavn)

 

- Flogvøllurin er kraftsentrið í Vágum, og hevur stóran týdning fyri okkum. Tí mugu vit øll menna hetta økið í felag. Okkara partur skal ikki liggja eftir.

(Jákup Suni Lauritsen, borgarstjóri í Sørvági)