Sagt í tinginum

- um kommunuskatt

Tingmenn vóru ógvuliga ójavnir á máli, tá tosað varð um kommunuskattin. Niðanfyri er nakað av tí, sum sagt varð í løgtinginum hósdagin

»Løgtingið hevur stigvíst síðani 1995 lækkað skattin á hvørjum ári síðani 1995. Men tað sama hava kommunurnar ikki gjørt«
Jørgen Niclasen, fólkaflokkurin

»Tað er ikki bara Bárður (Nielsen, blðm.), sum fer avstað við øllum pengunum. Fyri nógvar inntøkubólkar fer kommunan avstað við bróðurpartinum, og eg haldi tað er umráðandi, at borgarin sleppur at síggja - og meta um - at fær hann nú nóg mikið fyri peningin.«
Jørgen Niclasen, fólkaflokkurin

»Tað kann ikki passa, at meðan vit landspolitikkarar liggja og venda hvørjari krónu og kína ymiskar stovnar so nær, at teir næstan ikki kunnu fungera. So kunnu kommunurnar bara stilla skattaprosentið, sum teimum lystir.«
Kristian Magnussen, javnaðarflokkurin

»Er tað nú neyðugt, at til dømis Tórshavnar Kommuna skiftir góðar flisar úr við aðrar flisar - bara tí onkur heldur tað vera smart«
Kristian Magnussen, javnaðarflokkurin

»Eg haldi tað ger heldur einki, um vit síggja, hvaðar peningurin fer, sum fólk gjalda. Eg haldi eisini tað er eitt sindur troystarleyst at arbeiða sum úlvur á skóg her inni fyri at lætta eitt sindur um hjá fólki. Tí tey vita hóast alt betri, hvussu tey brúka sínar egnu pengar.«
Óli Breckmann, fólkaflokkurin

»Koyrir tú bara út til kommunurnar, og ikki letur pengar fylgja við. So verður tað galin endi hjá kommunum«
Gerhard Lognberg, javnaðarflokkurin

»Eg haldi tað er ótrúliga týdningarmikið at vita. Hvat minkað landsskattabyrðan, og hvat vaks kommunuskattabyrðan. Hvat er veruligi skattalættin, og hvat er gykl?«
Kári P. Højgaard, sjálvstýrisflokkurin

»Tá tað verður sagt, at man frá landsins síðu vendir hvørjari krónu, og tað ger man ikki hjá kommununum. So er veruleikin akkurát tann øvugti. Skal man rokna við, at man bara skal lækka skattin hjá landinum og koyrir útreiðslurnar til kommunurnar, og at tað so ikki skal takast aftur í prosentum. Tað er púra burturvið.«
Heðin Zachariasen, fólkaflokkurin

»Vit hava ikki givið teimum (kommunum, blðm. )pengar, tað er rætt. Men vit hava lækkað landsskattin í fjør við góðum 90 milliónum. Og kommunurnar fingu 50 milliónir í meirútreiðslum. At kommunurnar í einstøkum førum ikki hava hækkað skattin, er at fegnast um. Men eftir mínum tykki eiga tær at hava ráð til tað. Tí meðan landskassin hevur havt minni og minni inntøkur frá 2005 til 2005, so hava kommunurnar fingið 50 milliónir meira í kassan hesi árini«
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum