Sagt seg úr bygdarráðnum

Tveir av bygdarráðslimunum í Leirvík hava sagt seg úr bygdarráðnum fyri at mótmæla avgerðini hjá meirilutanum at flyta tunnilsvegin niðan um bygdina. Leirvíkar bygdarráð er í upploysn. Randi í Jógvanstovu og Poul Andrias Joensen hava tikið seg úr bygdarráðnum, tí ein meiriluti samtykti í gjár at flyta vegaføringina til Norðoyatunnilin niðan um bygdina.

Randi í Jógvanstovu sigur við Útvarpið, at hon er sannførd um, at tað er til størri skaða enn gagn fyri Leirvík, at vegurin nú verður førdur niðan um bygdina.

Poul Andrias Joensen er eisini so troyttur av málinum um vegaføringina, at hann biður um farloyvi frá bygdarráðnum í Leirvík við teirri grundgeving, at hann hevur ov nógv at gera.

-Tað er eisini orsøkin, men eg ætli mær ikki at krógva, at vegurin er beinleiðis orsøkin til, at eg nú takki fyri meg, sigur Poul Andrias Joensen við Dimmalætting.