Sagt av týskarum:

Oliver Kahn, týski málverjin, sum verður roknaður millum teir allar bestu í heiminum, tykist dáma lítið at skula til Føroya.
- Vit hava einki at vinna og alt at tapa í einum slíkum dysti. Sjálvandi vita vit, at vit eru favorittar, og nú mugu vit vísa, at vit hava karakter til at bera hetta heitið, hevur Kahn sagt við týskar blaðmenn eftir Skotlands-dystin.


Rudi Völler, týski landsliðsvenjarin, ásannar eisini, at avrikini hjá Týsklandi ikki hava verið nóg góð higartil.
- Vit hava snøgt sagt ikki verið nóg góðir. Nú er stundin komin, at vit rinda fólki aftur fyri tað álit, sum tey hava sýnt okkum, sigur Völler.

- Tað er bara sigurin sum telur. Alt annað er líkamikið, heldur formaður í týska fótbóltssambandinum. Hann eitur Gerhard Mayer Vorfelder. Víðari sigur hann tó, at tað verður ikki lætt, men stigini eru týdningarmikil.