Sagex Petroleum og Lindir Exploration hava nú tikið aftur felags umsóknina um at sleppa at leita eftir olju og gassi á Drekaleiðini, sum er í landnyrðingnorðan úr Íslandi. Fyrr í summar tók Aker Exploration eisini sína umsókn aftur, so nú er eingin umsókn eftir á borðinum hjá Orkustovninum í Reykjavík.
Freistin at søkja um leitiloyvi á Drekaleiðini var úti tann 15. mai, og Aker Exploration, Sagex Petroleum og Lindir Exploration vóru einastu umsøkjarar, tó soleiðis at tey bæði seinnu søktu í felag.
Orkustovnurin sigur, at soleiðis sum støðan er, verður einki leitingarloyvi latið í hesum árinum.