Brandbilurin fór fyri løtu síðani ýlandi eftir Ringvegnum, men talan var tó um falskan alarm.
Á sløkkiliðsstøðini kom fráboðan um, at alarmur var farin í gongd í Timburhandlinum, og brandbilurin varð tí sendur avstað umgangandi.
Men tá brandbilurin kom á staðið, var eingin eldur. Ístaðin var tað roykur frá sagaðum timburi, ið hevði sett alarmin í gongd.
Frá sløkkiliðnum verður sagt, at tað er bara gott, at alarmurin virkar so væl, sum hann ger, og at tað er betri at senda sløkkiliðsbilin avstað eina ferð ov nógv enn eina ferð ov lítið.











