Jógvan Hugo Gardar
Saga petroleum hevur higartil havt umleið 350 fólk í starvi í Bergen.
Norsk Hydro hevur sum mál, at umleið 800 starvsfólk í Hydro og Saga skulu sigast upp, og hetta skal vera klárt fyri nyggjár.
Samstundis eru boð komin um, at Hydro ikki vil hava Saga-deildina í Florø.
Her verður tó neyvan talan um at siga fólk úr starvi. Leiðslan fyri Fjordbase, ið er økið, har Saga hevur goymslur í Florø, hevur ætlan um at yvirtaka Saga-deildina og starvsfólkini.










