Saga Ruby kom í Norðhavnina í morgun við 530 ferðafólkum, sum hava vitjað kring Ísland.
Tey munnu hava tað gott umborð, tí manningin telur heili 400 fólk. Talan er av røttum um eina pensjónistaferð, tí fyri at sleppa við á ferðina, skal hava fylt 60 ár. Um tú skal hava hjálparfólk við, skulu hesi vera í minsta lagi 40 ár.
Á fyrra túrinum vóru fleiri ferðafólk við, sum vóru í 90-árunum. Flestu ferðafólkini koma úr Bretlandi.
Skipað hevur verið fyri útferðum í Norðoyggjum, eins og tað er regluligt bussamband til og frá Klaksvík til skipið. Tá ið veðrið hevur verið gott í dag, er hópin av ferðafólki at síggja ymiskar staðir í býnum.
Saga Ruby fer avstað aftur kl 16.00 í dag.
Dávur Winther hevur skrivað