Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo
Seinnapartin hósdagin kunngjørdu Statoil og Norsk Hydro, at tey eru samd um at keypa Saga Petroleum.
1. juli hvørva 250 starvsfólk frá Saga. Gerst avtalan millum Norsk Hydro og Statoil veruleiki, gerst hetta talið munandi hægri. Avtalan skal fyrst góðkennast av partabrævaeigarunum í Saga Petroleum og virðisbrævamarknaðinum í Oslo og New York. Uppsagnirnar raka bæði oljuvirksemi og aðrar partar av Saga. Góðkenna eigararnar og virðisbrævamarknaðurin í Oslo og í New York avtaluna, so kann Saga Petroleum fara í søguna sum sjálvstøðugt felag longu um mánaðarskifti juni-juli í ár.
Óvæntandi
Tað var fyri tveimum vikum síðani, at Norsk Hydro púra óvæntað bjóðaði 15,3 milliónir krónir fyri Saga Petroleum. Síðani hevur verið roknað við, at okkurt annað felag vildi bjóða meir, men einki tilboð er komið. Statoil fekk fyri viku síðani loyvi frá eigara sínum, norska statinum, lov til at bjóða uppá Saga.
Hósdagin komu so boðini um, at Norsk Hydro og Statoil eru samd um eina ætlan. Virkandi oljumálaráðharri, Anne Enger Lahnstein, hevur fleiri ferðir óbeinleiðis sagt, at stjórnin ynskir, at Saga Petroleum framvegis skal vera á norskum hondum. Norska arbeiðararørslan, við LO á odda, saman við norska Javnaðarflokkinum hava givið Lahnstein tann stuðul, hon hevur brúk fyri.
Handilsligar metingar
Stjórin í Norsk Hydro, Egil Myklebust, sigur, at avtalan byggir ikki á politisk ynskir, men reinar handilsligar metingar.
? Við tveimum oljufeløgum, í staðin fyri trimum, eru vit betri fyri at møta tí kapping, sum framtíðin krevur. Vit gerast betri fyri fíggjarliga, og kappingarevnini styrkjast.
Egil Myklebust sigur, at tilboði sum teir hava lagt fram er púra opið, og eru tað onnur, sum vilja bjóða uppá Saga, so eru tey vælkomin. Nevndarformaðurin í Statoil, Ole Lund, leggur dent á, at her er eingin politisk meting í botninum, bert fíggjarligar metingar. Statoil eigur í dag 20 prosent av Saga-partabrøvunum.
Dámar ikki avtaluna
Stjóranum í Saga Petroleum, Diderik Schnitler, dámar einki avtaluna og kallar hana fyri eina avkappan av felagnum. Hann ynskir breiða kapping á norska landgrunninum, og leggur dent á, at tað framvegis eru partabrævaeigararnir sum eiga Saga Petroleum.
Lesið meira á síðu 25










