Safri Duo spælir livekonsert til veðurlagsfilm

Uffe Savery og Morten manna bólkin Safri Duo, ið fer at gera eina serliga konsert og framvísa filmin ?Aqua? í samband við klimatoppfundin í Keypmannahavn. Kúllarnir báðir fara at framføra orkumiklan tónleik, meðan undirvatnsupptøkur frá Great Barrier Reef verða vístar á einum stórum lørifti aftan fyri bólkin.

 

Tað er Australia, ið hevur givið hendan filmin til COP15, myndirnar av tí fjølbroytta djóralívinum á teimum litríku koralunum er eitt dømi um eitt øki, ið er hótt av veðurlagsbroytingum.

 

Tónleikararnir báðir kenna seg heiðraðar yvir tann australska áhugan fyri at samstarva í verkætlanini, ið nevnist ?Aqua Dance?.

 

Uffe Savery um filmkonsertina:

- Verkætlanin við Wish Bone Films hevur verið ætlað leingi, og vit hava allatíðina havt eina góða kenslu um samstarvið. Ein kensla ið nú er váttað. Vit hava sæð tann lidna filmin, og hann er ? í allari eyðmýkd ? einfalt fantastiskur. Hann gav okkum tað gásaholdið, vit altíð royna at røkka. Tey hava skapað ein film, ið sýnir okkara tónleik á avbera góðan hátt. Hann er gjørdur við djúpum innliti, upprunaskapi og tónagávu ? og so inniheldur hann eisini ein sera týdningarmiklan boðskap. Vit klára als ikki at bíða við at framføra filmin live.

 

Filmurin kann upplivast 16. desembur í Pumpehuset í Keypmannahavn. Atgongumerki kunnu keypast á gaffa.dk