Safir og Smaragd fullir undir lúkurnar

Trolararnir hava framvegis rættiliga góðan upsafiskiskap.

Mánamorgunin vóru Safir og Smaragd í Saltangará við stívliga 300.000 pundum, meginparturin upsi. Nakrir 100 kassar vóru av øðrum fiskasløgum.
Á Fiskavirking í Saltangará høvdu tey ríkiligt at gera, tá ið vit frættumánamorgunin, tí umframt fiskin hjá Safir og Smaragd, lógi eini 90.000 niðurfyri frá seinastu viku.
Spurdur, um tey vænta nakra last aftrat hesa vikuna, sigur Jason Johannesen:
? Vit hava so nógvan fisk inni, at vit orka ikki at vænta okkum meira í løtuni.
Hann heldur, at tey hava nóg mikið av fiski til hósdagin.
? Nógvur upsi er á marknaðinum í løtuni. Hava vit brúk fyri meirafiski, tá ið vikan líður, er ikki óvist, at vit ikki keypa nøkur tons aftrat. Men beint nú orka vit ikki at hugsa um meira fisk, sigur hann.
Upsin smáur
Upsin, sum Safir og Smaragd høvdu hendan túrin, var ógvuliga smáur. Tað nógva eru 4?arar og 3?arar, og tað er smáur fiskur.
? Hinvegin var upsin, vit keyptu frá Fram og Grønanesi í síðstu viku, væl størri, sigur virkisleiðarin.
Upsin, sum skipini hava fingið, hevur verið misjavnur í stødd, og serliga eystanfyri og innari vestanfyri er upsin smáur í løtuni, sigst. Men í seinastuni hava skipini eisini fingið nógvan upsa á Munkagrunninum, og har hevur slagið verið munandi betri.
Jason Johannesen heldur ikki, at skipini royna á somu leiðum, tá ið slagið er so misjavt.
Tað øvugta hendi
Men rættiliga nógvur upsi er at fáa. Tað eru jú bara fá ár, síðan fiskifrøðingar mæltu til at skerja veiðina munandi, tí stovnurin var so illa fyri!
Onkur fiskimaður tók skemtandi til herfyri, at tá ið fiskifrøðingar siga, at ein stovnur er illa fyri ? tá stendur væl til og nógv er í væntu.
? Hetta sóu vit við toskinum miðskeiðis í nítiárunum, og tað sama er hent viðupsanum. Fiskifrøðingarnir fóru púrasta skeivir. Tað, sum hendi, var júst tað øvugta av tí, teir søgdu fór at henda, segði fiskimaðurin.