Trý línuskip hava boðað frá landing í Klaksvík til næsta mánadag - tvey undan Íslandi og eitt undan Føroyum. Í gjár landaðu partrolararnir Safir og Smaragd í Klaksvík. Teir høvdu 170.000 pund, og meginparturin av veiðini var upsi.
Á landingarmiðstøðini í Klaksvík vænta tey ikki nakran bát aftur fyrr enn næsta mánadag, tá trý línuskip hava boðað frá landing.
Línuskipini eru Kvik og Helena, sum eru í Íslandi og Klakkur, sum er undir Føroyum.